Innanlands

Bóndafelagið havt aðalfund

Sigert Patursson er afturvaldur sum formaður hjá bóndunum

2022-03-29 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, var gestur á aðalfundinum hjá Bóndafelagnum leygardagin. Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at hann arbeiðir við at gera skipanina kring Búnaðargrunnin meira einfalda.

Magnus Rasmussen vísti millum annað á tað óhepna í, at bøndur verða kravdir eftir persónligum veðhaldi fyri lánum, hóast teirra vinnuliga virksemi er lagt í partafelag. Á fundinum varð eisini víst á, at tørvur er á ábøtum av kørmunum kring framleiðslu og flutning av stráfórði. Hetta er eisini eitt mál, sum landsstýrismaðurin ætlar sær at taka upp.

Annars vórðu teir stóru spurningarnar kring føroysk jarðarviðurskifti, nevniliga málið um gongd í haga og uppskotið til náttúruverndarlóg, eisini viðgjørdir. 

Elisabeth Skarðhamar Olsen hevði eina áhugaverda framløgu um ráðstevnuna ”Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum”, sum verður 8.-9. apríl í Norðurlandahúsinum. Hennara framløga elvdi til eitt gott kjak um ymsar tættir av føroyskum landbúnaðarvirksemi. 

Til nevndarvalið varð Sigert Patursson afturvaldur sum formaður, meðan Jóhan Jógvansson varð valdur fyri Eyðfinn í Búðini, sum ikki tók við afturvali.

Í nevndini sita nú Sigert Patursson, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Dánjal Petur Müller, Jóhan Jógvansson, Heini á Heygum og Símun Gullaksen. Tiltakslimir eru Bjørn Kalsø og Jóannes Patursson.

[object Object]Frá vinstru Eynar Martin Kjærbo, Heini á Heygum, Símun Gullaksen, Jóhan Jógvansson, Sigert Patursson, Dánjal Petur Müller og Jóannes Patursson

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder