Innanlands

Bøndur kalla inn til fundar

Ferðavinnulógin er ein hóttan móti Føroya náttúru, mentan og landbúnaði, siga bóndafelagið og óðalsfelagið í innkallingini

(Mynd: Absalon Hansen)

(Mynd: Absalon Hansen)

2024-02-08 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánakvøldið skipa Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya fyri felags fundi fyri at kjakast um ætlaðu nýggju ferðavinnulógina hjá landsstýrinum.

Nú hevur tað týdning at standa saman, skriva feløgini og kalla lógaruppskotið fyri eina hóttan móti Føroya náttúru, mentan og landbúnaði.

Fundurin er ikki almennur, sum skilst, men ‘skyldfólk og vinfólk og fjallfólk eru hjartaliga vælkomin við’, stendur í innbjóðongini.

Fundurin verður í Varpinum í Klaksvík mánakvøldið 12. februar kl. 17.30.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder