Uttanlands

Bøndur mótmæla í Týsklandi

Ósemja um sparingarætlanir hjá stjórnini skapa ferðsluruðulleika, eitt nú í Berlin

Berlin í gjár (Mynd: EPA)

Berlin í gjár (Mynd: EPA)

2024-01-09 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt Týskland er órógvað hesa vikuna av ónøgdum bóndum, sum mótmæla sparitiltøkini, sum stjórnin hevur sett í verk. Bøndurnir eru farnir út á vegirnar við sínum landbúnaðarmaskinum, og tað hevur órógvað ferðsluna.

Eitt nú í Nürnberg har traktorar í hundraðtali kourdu úr smærri bygdunum rundanum, og inn til miðbýin. Í fleiri øðrum býum hendi nakað tað sama. Og roknað verður við líknandi tiltøkum alla hesa vikuna, skriva tíðindastovurnar.

Bøndurnir ilskast inn á at stór avgjøld eru løgd á eitt nú teirra traktorar, eins og prísurin á diesel er nógv hækkaður. Hetta er hent sum partur av búskaparligu tiltøkunum, sum stjórnin hjá Olaf Scholz hevur sett í verk. Bøndurnir ynskja, at hesi avgjøld verða tikin aftur, skrivar finska kvingvarpið, Yle.

Mótmælini byrjaðu longu í desember, og í ávísum førum hevur stjórnin lurtað eftir bóndunum og bakkaðu nakað. Eitt nú hækkar dieselolja bert við helminginum av tí ætlaðu hækkingini. Og ætlaðu avgjøldini á landbúnaðarmaskinur hækkaðu ikki.

- Vit halda fram við mótmælunum til allar spariætlanirnar eru sleptar, sigur Peter Höfler, sum umboð fyri bøndurnar í Bayern.

- Fyri meg snýr tað seg um yvirskipaða politikkin hjá stjórnini. Alt gerst bara dýrari og vit missa arbeiðspláss og kappingarevni. Vón mín er, at mótmælini føra til, at sitandi stjórnin leggur frá sær, sigur ein av mótmælismonnunum, Werner Bezold. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder