
Rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til Búnaðarstovuna í Kollafirði leygardagin, har Bóndafelag Føroya hevði kallað til aðalfundar. Umframt formansfrágreiðing og framløgu av roknskapinum, var eisini nevndarval á skránni.
Nevndin í Bóndafelag Føroya er nú mannað soleiðis: Sigert Patursson, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Dánjal Petur Müller, Eyðfinnur í Búðini, Heini á Heygum og Símun Gullaksen. Tiltakslimir eru Jóhan Jógvansson og Bjørn Kalsø.
Heimablíðni hjá Onnu og Óla á Velbastað, borðreiddi við ymiskum leskiligum ábiti úr egnum kova, og høvdu fundarluttakarnir møguleika at njóta góðan borda, áðrenn farið var undir seinna partin av fundinum, sum umfataði framløgur og kjak.
Landsstýrismaðurin við landbúnaðarmálum hevði eina áhugverda framløgu um landbúnaðarpolitik og kom eisini inn á viðurskiftini í sambandi við gongd í haga. Lívligt kjak var eina løtu og luttøkan var góð úr salinum.
Eftir hetta hevði Símun Gullaksen, stjóri í Spf. Jarðir, eina framløgu um virksemi og endamál felagsins.
Fundurin endaði við, at Fróði Mortensen, stjóri í Førka, hevði eina framløgu um biogass og spennandi framgongdina hesum viðvíkjandi. Fundarluttakarnir vóru bjóðaðir at vitja biogasverkið á Skarðshjalla eftir fundin og fingu eina sera læruríka rundsýning.
Tiltakslimir og partur av nevndini í Føroya Bóndafelag. Frá vinstru Bjørn Kalsø, Jóhan Jógvansson, Símun Gullaksen, Eynar Martin Kjærbo, Dánjal Petur Müller og Siggert Patursson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald