2024-03-19 12:01
Stóra fylgi við teimum áleið 40 traktorunum er komið til Hoyvíkar. Norðlýsið skrivar, at fylgi nú er í Hoyvíksgarðinum á Vatnaskørðum.
Har heldur formaðurin í Bóndafelagnum, Sigert Patursson til.
Ætlanin er at fara oman í Løgtingið skjótt. Har verður mótmælt í samband við fyrstu viðgerð av málinum um burðardygga ferðavinnu, ið Høgni Hoydal hevur borið í tingið.
Hesar fer løgreglan at leiða oman gjøgnum ferðsluna í Havn skjótt (Myndir: Norðlýsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald