- Um bøndur fáa atgongd til at uppkrevja gjald fyri at ganga í haga, uttan at levera nakra tænastu afturfyri, vil tað føra við sær, at tey sum arbeiða við at brúka lokalar veitingar, fara at gera tað í minni mun at gera tað. Veitarar koma at hava hava egnar veitingar við sær um ”skattur” verður lagdur á at ganga í haga. Eisini er vandi fyri, at lokaløkir vera frávald.
Tað sigur Eyðun Berg, sum rekur ferðavinnufyritøkuna Nax, nú bøndurnir í felag hava keypt økisnavnið hiking.fo, og umvegis hendan pallin fara at samskipa ferðavinnutilboð kring landið.
Støðan hevur verið so ógreið seinnu árini, at Nax hevur frávalt nøkur støð til síni ferðafólk. Tó verða varðagøturnar brúktar, tí tað er almennur vegur, sum ikki gjald kann krevjast fyri. Eyðun Berg sigur, at onkrar keðiligar støður hava verið, har “grammir bøndur”, sum hann orðar seg, eru komnir rennandi eftir kundum fyri at krevja gjald.
Men tað, at bøndirnir fara at krevja ein skatt fyri at ganga í haga kann ávirka nógv, heldur Eyðun Berg. Nax arbeiðir fyri tað mesta við vinnuferðavinnu. Hetta slagið av ferðavinnu leggur væl meira eftir seg enn vanlig ferðavinna.
(Mynd: Nax)
- Tað man skal skilja er, at í vinnuferðavinnuhøpi eru vit í kapping við onnur lond. Í sølufasuni við kundan, hevur hann oftani tríggjar ymiskar destinatiónir at velja ímillum. Tá hevur prísurin fyri hvønn persón nógv at siga. Virkir kunnu koma við stórum hópum, upp í fleiri hundrað.
- Taka vit eitt dømi, har eitt virki við 200 fólkum skal hava eina dagsuppliving har prísurin er settur til kr. 800,- pr persón, skal man taka hædd fyri mati, flutningi báðar vegir, starvsfólkalønir og lokalar upplivingar.
- Um man tá skal gjalda til dømis 250 krónur “í skatti” uttan nakra veiting, er ikki nógv eftir. Tað, sum fer at henda er, at lokalar veitingar sum matur og ferðaleiðarar lokalt er nakað man hevur við sær, tí stórkeyp frá einum veitara gevur fíggarligar fyrimunir, sigur Eyðun Berg, og leggur dent á, at hetta ikki er ein støða sum Nax ynskir.
- Nú bóndir hava skipað seg í eitt felag, hava vit fingið monopolstøðu, hetta noyðist politiska skipanin at gera nakað við sum skjótast, sigur Eyðun Berg.
Les eisini: Bøndurnir yvirtaka økisnavnið hiking.fo og heimabeiti.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald