Innanlands

Bóndurnir skulu svíða fyri nýggja ES-avtalu

Formaðurin í bóndafelagnum skilir ikki, hví tað skal ganga útyvir føroyskan landbúnað at Bakkafrost skal sleppa at útflyta fóður á ES-marknaðin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-18 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er nú margháttligt, at landbúnaðurin, sum er minni enn eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og av mongum verður skírdur, ongan týdning at hava, er sjálvt okið undir allari marknaðaratgongd til ES.

Soleiðis skrivar Sigert Paturson, formaður í Bóndafelag Føroya, í eini almennari viðmerking, har hann inniliga heitir á Jenis av Rana, landsstýrismann við uttanríkismálum, um at lata vera við at skriva undir nýggju avtaluna um broytingar í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES.

Sigert Paturson kann ikki góðtaka, at tað aftur er landbúnaðurin, sum skal rinda fyri at fáa eina fiskavøru, sum lítlan og ongan týdning hevur fyri føroyska búskapin, tollfrítt inn á ES-marknaðin.

Tað var í farnu viku, at felagsnevndin fyri føroyskar og ES myndugleikar komu ásamt um nakrar broytingar í handilssáttmálanum.

Aftur fyri at Føroyar fáa loyvi at flyta út brisling tollfrítt til ES umframt eina ávísa mongd av laksafóðri, fáa ES-lond nú møguleika at flyta 80.000 kilo av seyðakjøti tollfrítt til Føroya.

Formaðurin í bóndafelagnum vil vera við, at ES-sáttmálin er orsøk til at føroyskur heimaídnaður bókstavliga er oyddur, tí føroyskir myndugleikar hava latið føroyska marknaðin liggja víðopnan fyri vørum úr ES til tess at sleppa á evropeiska marknaðin við okkara fiskavørum.

- Og nú skal tað lítla, sum er eftir av landbúnaðin fáa somu lagnu, skrivar Sigert Paturson í brævinum, sum kann lesast her: Glíðibreytin 

Hann sipar til, at ES nú skal sleppa at flyta 80.000 kilo av seyðakjøti uttan forðingar til Føroya.

- 80.000 kilo kunnu tykjast lítil nøgd, men umroknað til føroysk lambskrov, svarar tað til umleið 5.000 stk. ella millum 15 og 20 prosent at teimum føroysku krovum, sum eru á føroyska marknaðinum.

- Havandi í huga, at Bretland helst fer úr ES í nærmastu framtíð, og fer at krevja minst somu marknaðaratgongd sum ES, umframt at Ísland helst sleppur at halda fram við einvegis fríhandli av landbúnaðarvørum til Føroyar, so eru útlitini hjá føroyskum landbúnaði ikki akkurát bjørt, skrivar Sigert Patursson.

Hann vísir á, at hetta verður gjørt fyri at fáa loyvi at flyta út nakrar brislingar, ið ”ongan týdning hava fyri okkara búskap” og nakað av laksafóðuri frá føroyskari fyritøku, ”sum útlendingar eiga meginpartin av”.

- ...og hvør skal leggja rygg til, jú tað er føroyski landbúnaðurin, skrivar formaðurin fyri Bóndafelag Føroya.

[object Object]
Sigert Patursson,formaður í Bóndafelag Føroya (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder