Mentan

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

"Bønir & illbønir" er ein listaligur heimildarfilmur, ein samframleiðsla millum KVF og Silvurdrong, sum verður víst í Filmsfelagnum 11. november.

2026-11-05 19:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Bønir & illbønir" er ein listaligur heimildarfilmur á 65 minuttir.

Talan er um eina samframleiðslu millum KVF og Silvurdrong, sum hava upptikið og klipt filmin á sumri 2026.

Filmurin granskar føroyska mentan gjøgnum eyguni á tveimum ferðandi, sum hava skrivað seg upp til eitt gátuført tiltak í Havn, har tey fáa eina uppliving, ið tey seint gloyma.

Søgan verður miðlað við inniligari frásøgurødd, sum tekur støði í tónalagnum hjá Williami Heinesen og spælir við hansara frásagnarstíl í einum samtíðarligum høpi.

Trygvi Danielsen er framleiðari, leikstjóri, frásøgurødd, handritshøvundur og ein av høvuðspersónunum í filminum. Símun Waag er høvuðsfotografur, Gorm Just er klippari, Finnur Hansen ljóðblandar tónleikin, Peter Storm Wich ljóðblandar partar av filminum, og Rúni Friis Kjær litviðger myndirnar.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder