
379 fólk í Føroyum eru í løtuni smittað við koronu, sambært almennu tølunum á corona.fo. 99 smittutilburðir vórðu staðfestir í teimum yvir 3.000 kanningunum sunnudagin, og í løtuni verður arbeitt við at greina og smiuttuspora,í mun til kanningarnar mánadagin 25. oktober.
Landslæknin og toymi hansara hava harvið úr at gera, og støðan hevur gjørt, at landslæknin og fútin í felag hava biðið "Den nationale operative stab í Danmark" um hjálp.
Hetta váttaði Micheal Boolsen fyri Kringvarpinum fyrr í dag. Í samrøðu í tíðindunum á døgurða segði fútin millum annað, at tað er ikki nóg mikið av sekønum fólki í Føroyum till uppgávuna, sum hon er nú - serliga viðvíkjandi tí at smittuspora.
- Støðan er akutt, og vit vóna at tíggju fólk koma í hesari vikuni
Myndugleikarnir eru stúrnir um støðuna. Í løtuni eru tvey av teimum útvið 400 koronusmittaðu innløgd (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald