Innanlands

Bora 140 metra langt hol upp úr tunlinum

Her skal vatn, sum lekur inn í Sandoyartunnilin renna út

(Mynd: Sandoyartunnilin)

(Mynd: Sandoyartunnilin)

2021-04-30 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru boraðir umleið 70 prosent av Sandoyartunlinum, og nú verður borað fyri pumpuleiðingini.

Her er talan er um eitt 140 metra langt hol, upp úr tunlinum, norðan til á Sandoynni. Her skal vatn, sum lekur inn í Sandoyartunnilin, renna út.

Tað er Diamant Wire Teknikk, sum borar fyri NCC. Eitt líknandi hol var eisini borað í Eysturoyartunlinum. Tað kemur upp nakað norðan fyri Sandvíkina við Kalbaksfjørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder