Innanlands

Borðoyavík skal ruddast

Í august byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri. Tað er J & K Petersen, sum fer at útstykka fyri Klaksvíkar kommunu, og tí skal økið við bátahylin ruddast

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-07-18 17:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað.

Tí verður heitt á eigarar av bátum og øðrum lutum, sum standa á merkta økinum við bátahylin í Borðoyavík, um at flyta teir av økinum aðrenn 31. juli. Tað skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir 31. juli 2019, verða burturbeindir fyri eigarans rokning, sigur kommunan.

Tað er J & K Petersen sum fer at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar fyri Klaksvíkar kommunu, umframt eisini at tilgerða umstøðurnar kring bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti.

Arbeiðið vantast at byrja 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder