Innanlands

Borg 6,4 milliónir í avlopi

Ársúrslitið var bara 100.000 krónur lægri enn árið fyri. Felagið byggir nýggjan og stóran tilburhandil á Glyvrum

Til reisigildi í novembermánað (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Til reisigildi í novembermánað (Mynd: Eysturoyarportalurin)

2025-03-04 19:20 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

2024 rakstrarroknskapurin var at kallað meinlíkur við 2023 árið hjá P/F Borg, tá talan er um bruttovinning og ársúrslit.

Ársúrslitið var bert 100 tkr. lægri enn í 2023, sum tó serliga var orsakað av øktum fíggjarligum inntøkum.

Borg er næststørsti timburhandil og byggibúð í Føroyum, og hevur timburhandlar og byggibúðir í Runavík, Klaksvík og á Hálsi Havn. Í løtuni byggir Borg ein nýggjan og stóran timburhandil og byggibúð á nýggja havnaøkinum á Glyvrum.

Verandi bygningar við Fjøruvegin í Runavík eru seldir til SMS samtakið, har Bonus handil og Mylnan eftir størri umbygging skulu húsast framyvir.

[object Object]

Aftaná ein rímuliga stóran vøkstur hjá P/F Borg í bruttovinningi og ársúrsliti fram til 2021 hevur eitt lítið fall verið í 2022 og 2023 og ein stagnatión sæst í bruttovinningi og ársúrslitið í 2024.

Ársfrásøgnin gevur onga beinleiðis frágreining um gongdina, uttan at leiðslan metir at ársúrslitið er nøktandi.

Raksturin 2024 
Roknskapurin hjá Borg P/F vísir, at bruttovinningurin í 2024 var 50 mió.kr. sum eisini var bruttovinningurin í 2023.

Starvsfólkakostnaðirnir øktust úr 35,7 mió.kr. í 2024 til 36,9 mió.kr. í 2024.  Ein vøkstur á 3,4 prosent.

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 13,2 mió.kr. í 2024, samanborið við 14,3 mió.kr. í 2023. Eitt fall á 7,7 prosent. 

Samlaðir fíggjarpostar vóru -957 tkr. í 2024, sammett við -1.684 tkr. í 2023. Tvs. at fíggjarpostar minkaðu við 727 tkr. í 2024.

Ársúrslitið eftir skatt í 2024 gjørdist tí eitt avlop upp á 6,4 mió.kr. samanborið við 6,5 mió.kr. í 2023.

Fíggjarstøðan 2024
Fíggjarjavnin hjá Borg javnvigaði við 82,7 mió.kr., sammett við 41,4 mió.kr. í 2023. Ein sera stór øking, men hetta skyldast nýggja bygninginum, sum er í gerð, og at verandi bygningur ikki er yvirtikin av nýggju eigarunum enn. Nýggi bygningurin er bókaður til 45,7 mió.kr. við árslok 2024.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2024 eru støðisogn, samanlagt 74,1 mió.kr. og ogn í umferð, 102,3 mió.kr., harav vørugoymsla í 2024 var 48,6 mió.kr. og áogn í alt 51,2 mió.kr.

Tøkur peningur við árslok 2024 var 2,4 mió.kr.

[object Object]

Undir skyldum felagsins sæst, at langfreistaða skuldin við árslok 2024 var 10,7 mió.kr. og stuttfreista skuld var 98,3 mió.kr.

Eginpeningurin við árslok 2024 var 73,6 mió.kr. og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 39,8 prosent.

Gjaldførið hjá Borg P/F var rímiligt, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 104 prosent í 2024 samanborið við 215 prosent í 2023. Men hetta lyklatalið er nógv ávirkað av byggingini av nýggja bygninginum, sum í stóran mun er stutttíðar fíggjað. Væntandi verður gjaldførið betri tá ið bygnningurin er liðugt bygdur og langtíðarfíggjaður í ár.

[object Object]

Samanumtikið mugu vit staðfesta, at hóast ársúrslitið hjá Borg er rímiliga gott, er úrslitið á einum lægri støði enn í 2020, 2021 og 2022, sum vóru serliga góð ár hjá Borg.

Minkaði bruttovinningurin og ársúrslitið í 2022 og 2023 kunnu verða ábending um, at sølan ella skiftisavlop, sum er fjald í bruttovinninginum, eru minkað nakað síðstu árini. Tó er 2024 á sama støði sum í 2023.

Felagið Borg er væl fyri fíggjarliga við einum rímiliga stórum eginpeningi, gjaldføri er gott, tá havast skal í huga at bygdur verður ein nýggjur bygningur í løtuni, sum verður liðugur í seinni í ár.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2024 sett 1,5 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Eigarin av Borg P/F er felagið Viljin Sp/f, sum Rodmundur Nielsen eigur. 

Sambært roknskapinum hevði Borg P/F við árslok 2024 í alt 80 fólk í starvi.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

--


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder