Innanlands

Borg P/F besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 12,2 milliónir krónur. Hálvonnur millión er sett í vinningsbýti til eigaran

2022-03-02 18:03 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ein av fyritøkunum sum longu hevur almannakunngjørt roknskapin fyri árið 2021, er Borg P/F. 

Borg er timburhandil & Byggibúð sum hevur lokalar timburhandlar og byggibúðir í Havn, Runavík og í Klaksvík.   

Úrslitini síðstu árini hjá Borg P/F hava verið vaksandi og góð. Ársúrlitið í 2021 gjørdist 12,2 mió.kr., sum er besta úrslit í søgu felagsins. Avsett eru 1,5 mió.kr. í vinningsbýtið til eigaran fyri 2021. 

[object Object]

Tað hevur gingið stak væl í Føroyum síðstu árini. Byggivirksemið hevur verið stórt bæði hjá kommunum, tí almenna, vinnufyritøkum og eisini hjá privata húsarhaldinum. Hetta sæst eisini aftur á gondini hjá timburhandlunum í Føroyum, sum vísa stóran vøkstur bæði í sølu og úrslitum. Borg er eitt gott dømi um hesa positivu gongd.

[object Object]

Roknskapurin hjá Borg P/F vísur, at bruttovinningurin øktist úr 52,3 mió.kr. í 2020 til 53,7 mió.kr. í 2021. Starvsfólkakostnaðurin øktist 2,8 mió.kr. til 34 mió.kr. í 2021.  

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 19,7 mió.kr, sum er júst sama støði sum í 2020. 

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 12,6 mió.kr. sammett við 11,7 mió.kr. í 2020. Skattur av ársúrslitinum var 2,7 mió.kr

Fíggjarjavnin hjá Borg øktist úr 125,5 mió.kr. í 2020 til 135,8 mió.kr. í 2021.  

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 43,9 mió.kr. og ogn í umferð, 91,9 mió.kr.  

Skyldur felagsins vísur, at langfreiðstað skuld í 2021 var 20,8 mió.kr. og stuttfreiðsta skuld var 77 mió.kr

[object Object]

Eginpeningurin hjá Borg P/F í 2021 var 56,7 mió.kr. og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 42 prosent. 

Gjaldførið hjá Borg P/F var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 163 prosent í 2021 samanborið við 146 prosent í 2020.   

Lyklatølini vísa eisini at talan hevur verið um eitt gott ár. Ognaravkastið var 11 prosent og eginpeningsavkastið var heili 27 prosent.   

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 1,5 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Eigarin av Borg P/F er felagið Viljin Sp/f, har Rodmundur Nielsen er einasti eigari. 

Borg P/F hevur sambært heimasíðu felagsins samanlagt 66 starvsfólk í arbeiði.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder