Ein arbeiðsbólkur hevur seinastu tíðina arbeitt við einum áliti um kommunusamanlegging í norðara parti av Suðuroynni, og í dag varð álitið lagt fram.
Álitið hevur heitið "Fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum.
Breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir var um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast.
Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar.
Borgarafundir verða hildnir soleiðis:
• Týskvøldið 19. mars, kl. 19 í Roynhøllini
• Mikukvøldið 20. mars, kl. 19 í SALT
• Hóskvøldið 21. mars, kl. 19 í Vesturhøll
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald