Borgarafundur á Skála um nýggja dokk

Mest fer at kunna um ætlaðu durrgokkina, sum verður bæði longri, breiðari og djypri enn tann verandi

Fyrr hevur verið talan um at byggja høll oman á komandi dokkina á Skála. Men tað framgongur ikki av tekningini, sum Runavíkar kommuna kunngerð í sambandi við innkallingina til borgarafundin mikukvøldið

Fyrr hevur verið talan um at byggja høll oman á komandi dokkina á Skála. Men tað framgongur ikki av tekningini, sum Runavíkar kommuna kunngerð í sambandi við innkallingina til borgarafundin mikukvøldið

2023-01-31 11:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Runavíkar lýsir til borgarafund á Skála í annaðkvøld.

Fundurin fer at snúgva seg um tær ætlanir, sum Mest hevur um at dagføra skipasmiðjuna við nýggjari og størri turrdokk, soleiðis, at hon kann standa seg betri í kappingini á marknaðinum.

Ymsar ætlanir hava verið frammi hesi seinastu árini, meiri og minni kendar, men í longri tíð hevur verið arbeitt við tí loysnini, sum leiðslan fer at leggja fram á borgarafundinum, skrivar Runavíkar kommuna í fráboðanini.

Pf. Mest hevur søkt kommunu na byggiloyvi, og partarnir hava avrátt, at farið verður ikki undir viðgerðina av umsóknini fyrrenn borgararnir í bygdini hava fingið høvi at siga sína hugsan um nýgerðina.

Skála er kend fyri bátasmíð langt aftur í tíð, og í skjótt stórthundrað ár hava skipasmíð og umvælingar av skipum verið høvuðsvinnan í bygdini. Verandi turrdokk er vorðin ov lítil til at rúma nýggjaru skipunum í føroyska flotanum og teimum í grannalondunum, tí hevur skipasmiðjan tørv á at víðka kapasitetin allar vegir. Í breidd, longd og til ein alt størri djúpgang.

Á fundinum í skúlanum í annaðkvøld kl. 19 fer Tórbjørn Jacobsen fyrst at bjóða vælkomin. Hereftir fer Mouritz Mohr, stjóri á Mest, at greiða frá ætlanunum. Jóhannes Steingrund fer eisini at greiða frá kanningum, sum eru gjørdar í sambandi við ætlanina.

Eftir at borgarstjórin hevur greitt frá leiklutin hjá kommununi í ætlanini, verður høvi at seta spurningar til tey, ið varða av ætlanini. Fundurin er almennur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder