Innanlands

Borgarafundur í Oyndarfirði týskvøldið

Ætlanin um ávísar broytingar í aliøkinum á Oyndarfirði er einasta mál á skránni

2021-11-27 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið hin 30. november kl. 19:30 skipar Runavíkar kommuna fyri borgarafundi í Oyndarfjarðar skúla. Ætlanin um ávísar broytingar í aliøkinum á Oyndarfirði er einasta mál á skránni.

Mowi hevur fyrr í ár søkt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um loyvi til at broyta aliøki C-08, á Oyndarfirði, og fyri kortum er ískoyti til umhvørvisgóðkenningina komið frá Umhvørvistovuna. Runavíkar kommuna hevur fingið ískoytið til hoyringar.

Meðan málið hevur verið viðgjørt er ynski komið fram í Vinnu- og havnarnendini, um, at leggja ískoytið (broytingina) fyri staðbundnu nevndina í bygdini, og um at borgarafundur verður hildin um sama mál. Ein fundur í staðbundnu nevndini tók undir við, at borgarafundur varð hildin.

Mowi eigur alingina á Oyndarfirði og hevur játtað at luttaka á fundinum við einari framløgu, og Umhvørvisstovan verður eisini umboðað á fundinum.

Eftir framløguna verður møguligt at seta fram spurningar um ætlaðu broytingina, sum ískoytið fevnir um.

Runavíkar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder