Fríggjadagin 25. oktober verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Skúvoy.
Tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í Skúgvoy, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.
Á almenna fundinum, sum verður í skúlanum klokkan 16, verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.
Skúvoyggin hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl.
Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúvoy, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við í viðgerðini av verndarøkinum. Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi.
Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa.
Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina av Skúvoynni.
Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna innan týsdagin 3. desember, skrivar Umhvørvisstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald