
Hóskvøldið 2. juni verður borgarafundur á miðnámsskúlanum í Vestmanna.
Umrøtt á fundinum verður umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða.
Kirkjugarðurin á Knúgvum verður skjótt ov lítil, og hevur Vestmanna bygdaráð tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss.
Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin fyri gravplássum at verða nøktaður eini 20-25 ár fram í tíðina, skrivar Vestmanna kommuna.
– Ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru okkara farnu løgd til hvíldar. Vit hava tí heitt á arkitektafyritøkuna EYA um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verið skipaður av nýggjum.
Eyðun Eliasen, arkitektur fer hóskvøldið at hava framløgu um uppskotið, og er endamálið við borgarafundinum at vita, um undirtøka er fyri uppskotinum.
Eisini hevur kirkjuráðið í Vestmanna sent fyrispurning um kommununa um møguleikan at flyta minnisvarðan oman til kirkjuna.
Ætlanin var at hava borgarafund um málini í 2020, men vegna koronu mátti borgarafundurin útsetast, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald