Innanlands

Borgarafundur í Vestmanna útsettur vegna koronutilmælini

Borgarafundur um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla krikjugarðinum skuldi vera hálvan november, men vegna koronutilmælini er hann nú útsettur til fyrst í komandi ári

2021-11-12 13:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi 25. august at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum.

Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur tó fast um borgarafundin. Hann verður fyrsta ársfjórðing í 2022.

Skjótt verður kirkjugarðurin í Vestmanna ov lítil. Vestmanna Bygdarráð viðger tí spurningin um at umbyggja kirkjugarðin við kirkjuna og útbyggja nýggja kirkjugarðin.

Ein møguleiki, sum er nevndur fyri at fáa fleiri gravstøð, er at hækka elsta partin í gamla kirkjugarðinum, so kistur kunnu setast oman yvir verandi kistur.

Kirkjuráðið í Vestmanna hevur biðið um at fáa minnisvarðan fluttan oman til kirkjuna.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder