Innanlands

Borgarafundur um nýggju orkustøðina í Søldarfirði verður í morgin

Hóast málið í stóran mun snýr seg um at byggja nýggjar goymlsur fyri tær gomlu, í at kalla sama øki, eiga borgararnir í bygdini at fáa eina kunning um ætlaðu útbyggingarnar, skrivar Runavíkar kommuna

2022-11-01 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borgarafundur verður í kjallaranum undir salinum Elim í Søldarfirði í annaðkvøld. 
Orsøkin er, at orkufeløgini EFFO og MAGN hava ætlanir um at byggja eina nýggja orkustøð í Søldarfirði

- Í 1943 vóru verandi oljugoymslur tiknar í brúk av bretska hersetingarvaldinum, og í stóran mun hava tangarnir síðan verið goymslur hjá Føroya Oljusølu, ESSO, Statoil og EFFO. Sum skilst hevur hitt oljufelagið, MAGN, umvegis avtalur, brúkt úr tangunum og fylt á aftur í sama mun. Føroya løgting eigur gomlu tangarnar, og hevur leigað teir út síðan krígslok í 1945.

Hetta skrivr Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Nú eru tangarnir farnir at eldast, og í fleiri ár hevur verið samskift millum Runavíkar kommunu og orkufeløgini um møguleikan fyri at byggja nýggjar goymslur fyri tær gomlu.

Leigusáttmálar eru ikki undirskrivaðir, men fyri áleið einum ári síðan skrivaðu kommunan og EFFO undir ætlanarskjal fram ímóti einum leigusáttmála, og tað sama hendi nú um dagarnar millum kommununa og MAGN.

- Hóast málið í stóran mun snýr seg um at byggja nýggjar goymlsur fyri tær gomlu, í at kalla sama øki, eiga borgararnir í bygdini at fáa eina kunning um ætlaðu

Borgarafundurin í Søldarfirði er settur at verða í morgin, mikudagin 2. november, klokkan 18.30.

Andras Ortind, verkfrøðingur hjá LBF, fer at greiða frá ætlanunum hjá Runavíkar kommunu í økinum, og síðani fara stjórarnir í Pf. EFFO og Pf. MAGN, Janus Thomsen og Finn Jakobsen fara at greiða frá æltaninum hjá feløgunum. Møguleiki verður eisini at seta spurningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder