2021-03-16 12:45

Nógv hevur verið tosað um vindmylluætlanina hjá SEV á Suðurhelvt. Støða er framvegis ikki tikin um, júst hvat skal henda, men í kvøld fara umboð frá SEV at greiða frá ætlanini á borgarafundi, sum verður í Hólmahúsinum á Eiði.
Eisini fer Føroya Fuglafrøðifelag at leggja síni sjónarmið fram. Eftir framløgurnar frá SEV og Føroya Fuglafrøðifelag verður møguleiki hjá borgarum at seta spurningar.
Hetta skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu sínari.
Koronutilmælini verða fylgd, og tí kunnu í mesta lagi 200 borgarar savnast til fundin, ið byrjar klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald