Borgaralistin – listin við bókstavinum A á seinasta vali – er nú liðugur við uppstillingina og stillar upp við 8 monnum og 7 kvinnum til býráðsvalið 12. november.
- Vit hava ein breiðan lista við góðari umboðan fyri kommununa. Vit hava royndar politikarar og eisini nógv nýggj fólk, og hava vit rímuliga javnt kynsbýti, skrivar listin í tíðindaskrivi.
Tey uppstillaðu eru:
- Albert Ó. Ellefsen, 65 ár, bókhaldari, Miðvágur
- Ásla Leila B. Johansen, 33 ár, skrivari/verkætlanarleiðari, Miðvágur
- Beinta Gudmundsen, 26 ár, leiðari, Sandavágur
- Bjarni Prior, 51 ár, borgarstjóri, Sandavágur
- Brian Hansen, 32 ár, landmátari/málsviðgerði, Sandavágur
- Elsibet Jacobsen, 41 ár, námsfrøðingur, Miðvágur
- Fróði H. Poulsen, 49 ár, tyrluflogskipari, Miðvágur
- Gunnvá S. á Lofti, 51 ár, løgfrøðingur, Sandavágur
- Joan Kristina Olsen, 43 ár, sjúkrarøktarfrøðingur, Sandavágur
- Jon Ingi Wiberg, 35 ár, lærari, Miðvágur
- Jóanis Albert Nielsen, 28 ár, bankaráðgevi, Sandavágur
- Jógvan Sigurd E. Hattarstein, 24 ár, timburlærlingur, Miðvágur
- Poul Poulsen, 45 ár, húsasmiður, Sandavágur
- Rannvá M. Ólavsdóttir, 53 ár, deildarleiðari, Miðvágur
- Súsanna Nordendal, 49 ár, deildarleiðari, Sandavágur
Harvið stilla bæði núverandi borgarstjórin, Bjarni Prior, og fyrrverandi borgarstjórin, Albert Ó. Ellefsen, uppaftur. Men ikki hin fyrrverandi borgarstjórin, sum var innvald á listanum á seinasta vali, Rósa Samuelsen.
Av teimum, sum annars vórðu vald á listanum seinast, stillar Jóanis Albert Nielsen uppaftur, men tað gera Tórdis Eleina Dam Johannesen og Dagbjørn Hansen ikki.
Listi A fekk seks umboð í býráðið á seinasta vali, meðan listi F fekk fimm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald