Innanlands

Borgaralistin í Runavík kommunu klárur við listanum

10 valevni frá sjey bygdum eru við á uppstillingarlistanum - pláss er fyri fleiri, serliga kvinnum

(Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

(Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

2020-10-09 12:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi borgaralistin til valið í Runavíkar kommunu við umboðum úr øllum økinum er nú um at vera liðugur við uppstillingina.

Listin kallar seg ein felagslista við breiðari umboðan, ið vil varða av áhugamálum hjá øllum borgarum og arbeiða fyri kommununi, sum einari heild.

Tíggju valevni eru við á listanum, sjey mans og tríggjar kvinnur, men stigtakararnir boða frá, at listin framvegis er opin fyri fleiri valevnum. Fyrireikararnir ynskja sær serliga eitt javnari býti millum kynini.

Valevni á Borgaralistanum eru:

  • Jógvan Andersen, Skála
  • Aage Arnoldson, Glyvrar
  • Harriet Olafsdóttir av Gørðum, Æðuvík
  • Annfinnur Garðalíð, Skála
  • Margretha Højgaard Poulsen, Runavík
  • Jan Nielsen, Saltangará
  • Pauli Poulsen, Skála
  • Jonhard Danielsen, Søldarfjørður
  • Rósa Tyril Gaardlykke, Saltangará
  • Reidar Fríði Joensen, Funningsfjørður

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder