Uttanlands

Borgarauppskot um at banna TikTok viðgerast í Fólkatinginum

Uppskotið, sum hevur fingið nærum 53.000 undirskriftir, snýr seg um, at tað skal vera bannað hjá ungum undir 18 ár at brúka sosialar miðlar sum TikTok, Snapchat og Instagram

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-11-27 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatingið skal taka støðu til eitt borgarauppskot um at banna ungum undir 18 ár at brúka sosialar miðlar sum TikTok, Snapchat og Instagram.

Fær eitt borgarauppskot yvir 50.000 undirskriftir, skal tað viðgerast í Fólkatinginum, og uppskotið hevur nærum 53.000 stuðlar.

Sambært uppskotinum verður heitt á Fólkatingið um at seta í verk eitt forboð móti TikTok, Instagram, Snapchat og líknandi lýsingarpallum, sum "brúka persónliga algoritmiska dátunýtslu til tilvitað at skapa bundinskap millum donsk børn og ung undir 18 ár".

Caroline Stage, ráðharri í talgildingarmálum sigur, sambært Ritzau, at eitt danskt aldursmark ikki er møguligt innan karmarnar hjá ES, men tó heldur hon, at skíggjar og sosialir miðlar fylla ov nógv hjá børnum og ungum.

Caroline Stage heldur, at avmarkingar eiga at verða settar, m.a. aldursmark.

– Vit eru komin ov seint í gongd, og vit hava verið ov bláoygd um, at skíggjar ikki bara eru góðir, men at teir eisini kunnu ávirka trivnaðin hjá børnum og ungum, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder