Innanlands

Borgarlig stjórn í Danmark er høvuðsmálið hjá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin stillar upp einans við landsstýris- og tingfólkum – tí er bert ein kvinna á listanum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-11 16:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin hevur valt einans at seta kend nøvn á listan til fólkatingsvalið. Einans floksins ting- og landsstýrismanning stillar upp. Orðið ‘manning’ er ikki heilt skeivt í hesum føri, tí av teimum níggju valevnunum, er bert ein kvinna, Elsebeth M. Gunleygsdóttir.

- Eg havi sjálvur roynt at staði á lista til fólkatingsval sum óroyndur politikari, og eg kann vitna, at tað kann vera negativt at standa á fólkatingslista sum nýggjur í politikki. Tí hava vit í Fólkaflokkinum tikið støðuna einans at stilla upp við landsstýris- og tingfólkum, segði Christian F. Andreasen tá Fólkaflokkurin legi fram valskránna í Smæruni í dag.

- Tann sterkasta kvinnan við

Tveir tingmenn eru ikki við á listanum. Jákup Mikkelsen og Heðin Zachariassen ynsktu ikki at stilla upp, upplýsti floksformaðurin á tíðindafundinum í dag.

Og hann ásannaði, at avgerðin um bert at stilla upp við ting- og landsstýrismanning, “tíverri” gongur út yvir kynsbýtið, tí í hesum selskapi eigur Fólkaflokkurin bert eina kvinnu, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir.

- Hinvegin hava vit ta kvinnuna, sum fekk flest atkvøður á okkara lista seinast, skundaði Christian Andreasen at leggja afturat, og sipaði til, at Elsebeth Gunnleygsdóttir fekk 64 atkvøður fleiri enn Annika Olsen á seinasta vali, tá Fólkaflokkurin hevði tríggjar kvinnur á listanum. Á undanfarna vali í 2015 var Annika Olsen annars toppskorari á Fólkaflokslistanum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vil tryggja borgarliga stjórn

Tá Christian Andreasen legði fram valskrá Fólkafloksins, legði hann annars út við at vísa á hvussu neyðugt tað var at fáa eina borgarliga stjórn í Danmark.

Hann vísti á, at lítið og onki er komið burturúr við javnaðarstjórn í Danmark, og tí er eitt høvuðsmál hjá Flokkaflokkinum at tryggja, at tey borgarligu aftur koma til valdið í Danmark uttan tó at peika á annan ella hin av borgarligu forsætisráðharraevnunum.

- Vit fara á val fyri at fáa eina borgarliga stjórn í Danmark. Javnaðarstjórnir hava ongantíð verið blíðar fyri føroyingar, staðfesti fólkafloksformaðurin, og vísti á fleiri úrslit, sum Fólkaflokkurin hevði fingið meðan borgarligar stjórnir hava staðið við valdið í Keypmannahavn, ikki minst tá undirgrundin varð yvirtikin.

Christian Andreasen nevndi tó, at samstarvið millum núsitandi landsstýri og donsku javnaðarstjórnina hevur verið gott, “men vit hava onki fingið burturúr, og tað er ekstremt løgið”, legði hann afturat.

[object Object]Frá vinstru: Jørgen Niclasen, Jakob Vestergaard, Árni Skaale, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni, Beinir Johannesen, Sølvit Nolsøe og Christian M. Andreasen. Uni Rasmussen stillar eisini upp, men hann var ikki við á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Lovar íbúðir til føroysk lesandi í Danmark

Við at hava litin á donsku stjórnini sum høvuðspunkt í valframløguni, brýtur Fólkaflokkurin burtur frá hinum flokkunum, sum ikki plaga at gera so nógv burtur úr donsku vikurskiftunum.

Tá tað er sagt, so legði Christian Andreasen dent á, at flokkurin annars einans fer at røkja føroysk mál á Fólkatingi. Flokkurin fer ikki at blanda seg í danskan politikk, men at vera rødd føroyinga í Danmark, sum, umframt at tryggja lesandi og sjúklingum í Danmark betri kor, eitt nú fer at virka fyri, at fólkatingsmál, ið ávirka Føroyar, fáa eina lóggávu, sum hóskar í Føroyum.

Av ítøkiligum málum lovaði Christian Andreasen at flokkurin fer at arbeiða fyri, at tað verður lættari hjá føroyskum lesandi at fáa íbúð í Danmark og at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur, eins og fólkatingsumboðið skal virka fyri at Føroyar fáa limaskap í Sameindu Tjóðum, heimshandilsstovninum WTO, og altjóða olympisku nevndini IOC.

Ætlar at røkja bæði fólkatings- og løgtingssessin

Fólkaflokkurin noktar ikki sínum fólkum at sita í fleiri tingum samstundis. Tað verður tí upp til hin einstaka, um viðkomandi sigur núverandi sessin frá sær, vísti Christian Andreasen á.

- Um eitt landsstýrismaður verður valdur, er tað upp til hin einstaka hvønn av sessinum hann, velur. Sjálvur havi eg ætlanir um at koma í landsstýrið eftir komandi løgtingsval, so um eg verði valdur, so ætli eg at røkja bæði fólkatings- og løgtingssessin tað, ið er eftir av hesum løgtingsskeiðinum, og so fáa vit at síggja um eg komi í landsstýrið, segði Christian Andreasen.

Valskráin hjá Fólkaflokkinum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder