
Borgarstjórarnir í Suðuroynni halda at fyrirreikingarnar uppá Suðuroyartunnilin eiga at fara ígongd sum skjótast.
Tað siga teir í felags fráboðan seinnapartin.
Sambært nýggjastu upplýsingum frá felagnum P/F Eysturoyar og Sandoyartunnlar verður Sandoyartunnulin tikin í nýtslu seinasta lagið í desember 2023. Boriarbeiðið verður liðugt um árslok í 2021, tá tunnulin verður skotin ígjøgnum.
Fimm milliónir eru settar av til Suðuroyartunnil á fíggjalógini fyri 2021.
- Sum landið liggur nú, er greitt, at arbeiðið uppá Suðuroyartunnulin ikki kann fara í gongd, sum eitt natúrligt framhald av Sandoyartunnulinum. Til tað eru ov fáar fyrireikingar gjørdar, og ongin játtan er til endamálið.
- Borgarstjórarnir í Suðuroynni síggja týdningin av, at koma ígongd við hesum sum skjótast. Hósdagin í komandi viku, fara borgarstjórnir á fund, hvussu farast kann í gongd við at fyrireika arbeiði uppá Suðuroyartunnilin, ljóðar fráboðanin, sum er undirskrivað av hesum:
Eyðbjørn Thomsen, Sumba
Bjarni Johansen, Vágur
Ása Holm, Porkeri
Delmar Tausen, Hov
Jóanis Lisberg, Fámjin
Kristin Michelsen, Tvøroyri
Janus Thomsen, Hvalba
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald