Uttanlands

Borgarstjóri í ukrainskum býi burturfluttur – Russland hevur sett nýggjan borgarstjóra

Ukrainski forsetin sigur hetta vera eina brotsgerð ímóti sjálvt fólkaræðinum, og hevur hann biðið Ísrael um hjálp at finna Ivan Fedorov, sum varð burturfluttur av russiska herinum fríggjadagin

Fólk í Melitopol mótmæla (Mynd: Reuters)

Fólk í Melitopol mótmæla (Mynd: Reuters)

2022-03-13 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð Ivan Fedorov, borgarstjóri í ukrainska býnum Melitopol, burturfluttur av russiskum hermonnum, sum høvdu hersett býin. Ukrainska stjórnin vil vera við, at orsøkin til hetta er, at Fedorov "noktaði at samstarva við fíggindan".

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij sigur, at tað, sum er hent við Ivan federov er "eitt nýtt slag av yvirgangi" og "ein brotsgerð móti sjálvt fólkaræðinum".

Sambært lokalu umsitingini hevur russiski herurin nú sett ein nýggjan borgarstjóra í Melitopol.

Talan er um Galina Daniltjenko, fyrrverandi varalimur í býráðnum í Melitopol.

Nýggi borgarstjórin sigur í røðu, sum varð víst í lokala sjónvarpinum, at størsta uppgávan verður "at taka neyðugu stigini til at fáa býin aftur til tað vanliga". Eisini heitir hon á borgarar um ikki at luttaka í nøkrum "ekstremistiskum".

Áðrenn russisku innrásina vóru uml. 150.000 íbúgvar í Melitopol, skrivar Ritzau.

Russiski forsetin hevur biðið Ísrael um hjálp at finna Ivan Fedorov.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder