Tórshavnar kommuna: Leygardagin var samkoma í Kerit, nunnukleystrinum, har Franciskanarasystrarnar bjóðaðu til móttøku í sambandi við, at tær gevast við øllum sínum virksemi í Føroyum og fara av landinum med alla. Her fekk borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen høvið at siga nunnunum farvæl.
Borgarstjórin segði, at tað var við einum sindri av sorgtyngd, at hann nú noyddist at siga nunnunum farvæl.
Heðin Mortensen hevur síðan heilt ungur havt tætt tilknýti til nunnurnar, tí øll børn hansara hava gingið í bæði Stellu Maris og Sankta Jósefs barnagarði og í Nunnuskúlanum.
Hinvegin metti hann, at gleðin um tað megnar arbeiði, sum nunnurnar ósjálvsøknar hava gjørt fyri Føroya fólk, og serliga fyri børn í Havn og teirra familjur, gjørdi hann meira huglættan og minni sorgtungan, nú nunnurnar fara av landinum.
Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Føroya í 1931. Í 1933 vóru tær 11 í tali og teimum varð av katólsku kirkjuni álagt at hjálpa fátækum við eitt nú at reka sjúkrahús, barnaheim og skúlar, umframt vøggustovur og barnagarðar.
Stórur tørvur var á barnagarði í Havn, og longu seinni sama ár lótu tær upp barnagarð niðri hjá Klett í Bringsnagøtu. Longu árið eftir lótu tær upp skúla við 25 næmingum. Katólska kirkjan við Varðagøtu varð vígd í 1933. Hon varð brúkt, til Mariukirkjan kom í 1987.
Skúlin við Varðagøtu kom í 1933. Hesin skúlin hevur verið fyrimyndarliga væl røktur. Her var dygdarundirvísing, ordan og gott viðlíkahald. Alt var reint og í fínasta standi.
Skúlin fekk ongan almennan stuðul fyrrenn í 1952. Í 1985 gjørdist skúlin kommunalur, men skúlin varð framvegis rikin í andanum hjá systrunum.
Dagstovnarnir og skúlin eru kend fyri at hava góð, støðug og arbeiðssom starvsfólk, sum eru kend fyri ta góðu umsorgan, tey hava sýnt børnunum øll árini.
Systrarnar hava virkað í Havn í 90 ár við forskúla, kirkju, kostskúla, barnagarði, vøggustovu, hansarbeiðsskúla, húsarhaldsskúla og privatari undirvísing.
Borgarstjórin metti, at systrarnar hava megnað at bygt nakað upp, sum stendur sum ein klettur og ein varði fyri eftirtíðina. Allur býurin hevur nógv at takka teimum fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, tær hava gjørt. Heðin Mortensen legði aftrat at enda, at býurin kemur aldri at gloyma nunnurnar, og ynskti teimum alt tað besta í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald