
Í sambandi við at borgarstjórin og starvsfólk í Eysturkommunu vóru í arbeiðsørindum í Belgia í døgunum 12. og 13. juli, varð leiðin løgd framvið føroysku sendistovuni í Brússel.
Hendan vitjan kom í lag eftir, at kommunan hevði ráðført seg við sendikvinnuna, Elin Mortensen, um ymisk viðurskiftir í Belgia, og hvørji atlit skulu takast, tá ferðast verður í Belgia, og vitjað varð so á sendistovuni týsdagin 13. juli.
Á sendistovuni fingu tey eina væl fyrireikaða framløgu og frágreiðing frá sendikvinnuni um leiklutin, sum føroyska sendistovan hevur – bæði fyri Føroyar sum land, men eisini í altjóða høpi. Eisini greiddi Elin frá, hvørjar uppgávur ein føroysk sendikvinna í Brússel hevur, skrivar kommunan á heimasíðuna.
– Elin upplýsti fyri okkum, at hetta var fyrsta vitjan úr Føroyum í 1½ ár, og tá føroyska ferðalagið visti, at hetta var fyrstu ferð, at ein borgarstjóri í Eysturkommunu vitjaði sendistovuna í Brússel, var at gera skjótt av og fáa eina søguliga mynd av Elin Mortensen, sendikvinnu í Brússel, og Per Martin Gregersen, borgarstjóra í Eysturkommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald