Innanlands

Borgarstjórin í Havn úr at gera at víga hjún í dag - 22.02.2022

Heðin Mortensen vígdi í dag fimm hjún. Fýra føroysk og eitt kroatiskt par vildu giftast á hesum serliga degi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-22 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Borgarstjórin hevur havt úr at gera seinnapartin. Umframt vanligu skyldurnar høvdu ikki færri enn fimm pør biðið um at verða vígd hjá borgarstjóranum í dag, fýra føroysk og eitt kroatiskt par.

Onnur myndin vísir eitt føroyskt par koma út av Ráðhúsinum, og starvsfelagarnir hjá brúðgóminum á Matrikkulstovuni (Umhvørvisstovuni) tóku ímóti.

Hitt parið er úr Kroatia – Jacov ætlaði at fríggja til Lorenu í Føroyum, men korona kom í vegin, og tí gjørdu tey ístaðin av at koma til Føroya at giftast. Øll familjan fylgdi við vígsluni á Teams.

Orsøkin til nógvu vígslurnar júst í dag er dagfestingin. 22.02.2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder