Innanlands

Borgarstjórin í høvuðsstaðnum kurteisisvitjan av Bakkafrost

Í framløgu greiddi Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, frá matvøruframleiðslu, og hvussu Føroyar framhaldandi kunnu vera við at framleiða burðardyggan mat

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavanr kommunu, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavanr kommunu, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-17 18:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, vitjaði í dag borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Regin greiddi í framløgu frá matvøruframleiðslu, og hvussu Føroyar framhaldandi kunnu vera við til at framleiða burðardyggan mat til vaksandi tørvin í heiminum.

Bakkafrost hevur nógv virksemi í Tórshavnar kommunu, og eysturoyartunnilin hevur betrað sambandið og økt møguleikarnar fyri meira virksemi.

Sum er eru 9% av starvsfólkunum hjá Bakkafrost úr Tórshavnar kommunu, tilsamans 115 fólk, harav 56 í Havn og hini í bygdunum. 28 starvsfólk arbeiða í Tórshavnar kommunu, býtt á C14 Sundalagið suður, Gulan og Førka.

Komið var eisini inn á fleiri spennandi samstarvsmøguleikar komandi árini.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder