Innanlands

Borgarstjórin í Klaksvík hitti japanska sendiharran í Keypmannahavn

Borgarstjórin í Taiji, japanska vinarbýnum hjá Klaksvík, hevði umbiðið fundin, tí áhugi er at menna samstarvið millum partarnar enn meira. Serliga var tað áhugin fyri ferðavinnuni, sum fylti nógv á fundinum

Jóannes V. Hansen, Karl Johansen og Manabu Miyagawa, ið bjóðaði umboðum fyri Klaksvíkar býráð á vitjan í heyst (Mynd: klaksvik.fo)

Jóannes V. Hansen, Karl Johansen og Manabu Miyagawa, ið bjóðaði umboðum fyri Klaksvíkar býráð á vitjan í heyst (Mynd: klaksvik.fo)

2021-05-20 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri trimum árum síðani fór Klaksvíkar kommuna undir vinarbýarsamstarv við lítla japanska býin Taiji, ið er mest kendur fyri at hvala- og delfindráp. 

Klaksvíkar kommuna skrivar, at partarnir báðir, við útgangsstøði í felags áhugamálum, komu ásamt um samstarv um ymisk mál innan eitt nú vinnu, mentan og útbúgving.

Mánadagin var fundur á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn í Japan, har borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hittist við japanska sendiharranum í Danmark, Manabu Miyagawa. Føroyski sendimaðurin, Jóannes V. Hansen, luttók eisini.

Karl Johansen sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at vinarbýarsamstarvið millum Klaksvík og Taiji í Japan tykist hava lagt lunnar undir eitt gott samstarv millum londini.

- Borgarstjórin í Taiji hevði umbiðið fundin, tí áhugi er at menna samstarvið millum partarnar enn meira. Serliga var tað áhugin fyri ferðavinnuni, sum fylti nógv á fundinum, og í tí sambandi bjóðaði japanski sendiharrin eisini umboðum fyri Klaksvíkar býráð á vitjan í heyst, sigur Karl Johansen. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder