Umleið 200.000 borgarar í russiska høvuðsstaðnum Moskva eru í vanda fyri at missa arbeiðið, eftir at vesturlendskar fyritøkur orsakað av russisku innrásini í Ukraina hava valt at niðurleggja ella fyribils steðga við virksemi teirra í Russlandi.
Tað sigur Sergej Sobjanin, borgarstjóri í býnum sambært Ritzau.
Hann leggur afturat, at tey í farnu viku hava samtykt eina skipan til góðar 283 milliónir krónur, sum skal stuðla arbeiðarunum í russiska høvuðsstaðnum. Hendan skipanin er fyrst og fremst ætlað teimum, sum eru í starvi hjá útlendskum fyritøkum, sum hava niðurlagt virksemið í Russlandi.
Tey, ið hava mist arbeiðið kunnu m.a. verða sett at arbeiða á sosialum verkætlanum, eitt nú hjá lokalum felagsskapum.
Búskaparfrøðingar siga seg halda, at ógvusligu revsitiltøkini, sum vesturheimurin hevur sett í verk móti Russlandi fer at fáa stórar avleiðingar fyri landið, sum væntast at enda í stórari fíggjarkreppu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald