Anne Hidalgo, borgarstjóri í franska høvuðsstaðnum París, boðar í dag frá, at hon bjóðar seg fram sum valevni til komandi franska forsetavalið.
Harvið legst navn hennara afturat teimum, sum hava boðað frá, at tey ynskja at bjóða sitandi forsetanum, Emmanuel Macron av næsta ár.
– Hetta eru álvarsamar tíðir, og fyri at geva fólkinum vón, havi eg tikið avgerð um at stilla upp sum valevni til franska forsetavalið, sigur 62 ára gamla Hidalgo.
Í 2014 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í París, og hevur hon staðið á odda fyri býnum gjøgnum fleiri kreppur: Bataclan-álopið í 2015, mótmælini hjá Gulu Vestunum, og eldurin í Notre Dame.
Sambært meiningakanningum, stendur borgarstjórin til at fáa átta prosent undirtøku í fyrsta valumfarinum í apríl. Sostatt hevur hon eitt stórt arbeiði frammanfyri sær, um hon skal gera sær nakra vón um at gerast forseti.
Anne Hidalgo umboðar sosialistiska flokkin, sum hevur havt stórar avbjóðingar, síðan Francois Hollande, ið var forseti í árunum 2012 til 2017, uppgav at verða afturvaldur, av tí at hann hevði so lítla undirtøku millum fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald