Innanlands

Borgarstjórin í Sumbiar kommunu heldur fram

Eyðbjørn Thomsen heldur fram borgarstjóra, og Jacoba í Homrum er nýggjur varaborgarstjóri

Sumba (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Sumba (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-12-02 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eyðbjørn Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Sumbiar kommunu, og Jacoba í Homrum verður nýggjur varaborgarstjóri.

Tað er greitt, eftir at nývalda bygdaráðið í Sumbiar kommunu skipaði seg á fundi í gjár, boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Á fundinum varð Eyðbjørn Thomsen afturvaldur til borgarstjóri við fýra atkvøðum. Halltóra Joensen, sitandi varaborgarstjóri peikaði á seg sjálva sum borgarstjóra.

Jacoba í Homrum varð vald til varaborgarstjóra við trimum atkvøðum. Hitt uppskotið var Andrea Danielsen, sum fekk tvær atkvøður frá Halltóru Joensen og Andreu Danielsen.

Eyðbjørn Thomsen gjørdist toppskorari á kommunuvalinum 12. november við 67 atkvøðum. Jacoba í Homrum og Halltóra Joensen, fingu báðar 40 atkvøður.

Tey, sum vórðu vald inn í bygdaráðið í Sumbiar kommunu, vóru hesi:

Eyðbjørn Thomsen: 67 atkvøður
Jacoba í Homrum: 40 atkvøður
Halltóra Joensen: 40 atkvøður
Andrea Danielsen: 36 atkvøður
Frits Poulsen: 33 atkvøður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder