Innanlands

Borgarstjórin: Nólsoyingar eru serstakir

Heðin Mortensen setti ovastevnuna í Nólsoy fyri løtu síðani. Nógv fólk høvdu leitað sær oman á keiina í góðveðrinum

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2021-08-14 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Keiin var stúgvandi full av fólki, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, í dag setti árligu ovastevnuna í Nólsoy. Sólin skein bæði oman og niðan, meðna Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna.

Í setanarrøðuni segði Heðin Mortensen, millum annað, at nólsoyingar eru serstakir, teir hvíla í sær sjálvum og hava eitt sera fleirtáttað felagslív. Tað er altíð gott at koma til Nólsoyar, serliga ein dag sum í dag. Ferðasambandið er so sera gott í dag, og Heðin Mortensen helt, at ferðasamband til høvuðsstaðin hvønn tíma, eiga vit at sígga fram móti. Heðin Mortensen nevndi eisini spírandi ferðavinnuna í oynni, sum rættiliga hevur ment seg. Borgarstjórin sló fast, at summarið er ikki fullkomið, fyrrenn tú hevur verið á ovastevnu.

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu, sum er nærum einasta summarstevna, sum hevur verið í ár. Veðrið er av tí allar fagrasta og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30.

Árliga regattasiglingin í Sundalagnum endar eisini í Nólsoy í dag. Eftir at hava siglt av Eiði umvegis Hósvík liggja nú einir 80 bátar við kei í Nólsoy.

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder