Innanlands

Borgarstjórin vitjaði flóttafólkini í Froðba

Tey búgva í nýumvældum sethúsum, og lata tey væl at umstøðunum, skrivar Vágs kommuna

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-03-26 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru góðar tvær vikur síðani, at ukrainsku flóttafólkini komu til Suðuroynna, og fyrradagin var borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, á vitjan hjá teimum.

Flóttafólkini búgva í einum nýumvaldum sethúsum í Froðba, og tey lata væl at umstøðunum, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.

Meðan tey eru í Føroyum, fáa tey undirvísing í føroyskum frá Majken S. Gaard, sum er við í toyminum í Suðuroynni, sum undirvísir útlendingar føroyskt.

Mentanarnevndin í Vágs Kommunu samtykti herfyri at geva ukrainsku flóttafólkunum gávubrøv. Gávubrøvini, sum borgarstjórin gav flóttafólkunum fyrradagin eru til m.a matvøruhandlarnar í Vági og til Pál Høll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder