
Flogfør av slagnum Boeing 737 MAX hava í næstan eitt ár havt forboð fyri at flúgva. Orsøkin er tvær stórar flogvanlukkur - ein við Etiopia og ein við Indonesia. Samanalgt kostaðu vanlukkurnar 346 fólkum lívið.
Í báðum førum var talan um flogfør av slagnum 737 MAX. Umfatandi kanningar eru nú gjørdar, og Boeing hevur millum annað funnið útav, at í brennievnitangunum á fleiri flogførum av slagnum er byggiskrell. Her er talan um lutir so sum klútar, amboð og petti av jarni. Hetta skrivar Sky News
Talan er ikki um flogfør, ið ikki hava verið í luftuni, men hetta kann sambært leiðsluni í flogfelagnum als ikki góðtakast. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at slíkt er komið í ljósmála hjá Boeing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald