Boris Johnson hevur nú hildið sína fráfaringarrøðu sum bretskur forsætisráðharri. Røðan varð hildin uttan fyri forsætisráðharraíbúðina í Downing Street 10.
Tað var í juli mánaði, at Boris Johnson boðaði frá, at hann leggur frá sær sum formaður fyri konservativa flokkin og harvið eisini sum forsætisráðharri.
Í gjár varð so greitt, at tað verður Liz Truss, sum tekur yvir, og í dag verður hon tikin í eið av Elizabeth drotning.
Boris Johson takkaði bretska fólkinum fyri tíðina sum forsætisráðharri, og nevndi eitt nú kríggið í Ukraina og kreppuna, sum kríggið hevur ført við sær fyri bretska fólkið.
- Eg veit, at henda konservativa stjórnin fer at gera alt fyri at fáa landið gjøgnum kreppuna. Um Putin heldur, hann kann sleppa við at happa bretska fólkið, so hevur hann mistikið.
- Eg stuðli Liz Truss og stjórn hennara í hvørjum feti á hesi leið, segði Boris Johnson í røðuni.
Nú fer Boris Johnson til Skotlands at hitta drotningina, sum er stødd á Balmoral slottinum uttan fyri Aberdeen, at biðja um at verða loystur úr starvi.
Seinni skal Liz Truss eisini hitta drotningina, áðrenn hon skundar sær aftur til London at halda sína røðu uttan fyri Downing Street 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald