Tann konservativi flokkurin vil gjøgnumføra Brexit og smíða eitt nýtt Bretland segði Boris Johnson tá hann legði stevnuskránna til valið fram í býnum Telford í dag.
Undir framløguni lovaði Johnson millum annað nýggj sjúkrahús, hægri minstuløn, skattalætta til vanligar bretar og smærri fyritøkur, umframt 50.000 fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og 20.000 fleiri løgreglufólk. Og alt skal gerast uttan at hækka inntøkuskattin ella meirvirðisgjaldið.
Johnson legði dent á, at hann hevur allan flokkin aftan fyri seg, meðan mann ikki kann siga tað sama um kappingarneytan Jeremy Corbyn úr Javnaðarflokkinum.
Bretland skal miða eftir at vera CO2-óheft í 2050 og Corbyn-frítt innan jól, segði forsætisráðharrin, ið ikki helt aftur við atfinningunum mótvegis leiðaranum í bretska Javnaðarflokkinum.
Eisini legði Johnson stóran dent á, at Brexit skal gjøgnumførast.
Flokkurin ferð at bera fram Brexit avtaluna hjá stjórnini longu áðrenn jól, soleiðis at Bretland endaliga kann fara úr ES tann 31. januar segði Boris Johnson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald