Uttanlands

Boris Johnson biðjur ES um at útseta brexit

Boris Johnson hevði leingi sagt, at hann ikki ynskti at gera hetta, og hevur hann eisini noktað at undirskriva umsóknina til ES

Boris Johnson (Savnsmynd)

Boris Johnson (Savnsmynd)

2019-10-20 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES-forsetin, Donald Tusk hevur fingið bræv frá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, har hann formliga biðjur um at fáa brexit útsett.

Tað váttaði Donald Tusk á Twitter seint leygarkvøldið.

Sambært DR møtast ES-sendiharrar í dag at umrøða umsóknina hjá Boris Johnson.

Boris Johnson hevur leingi sagt, at hann ikki vildi biðja ES um at fáa freistina útsetta, og sambært bretskum miðlum hevur hann eisini noktað at undirskrivað umsóknina.

Bretski forsætisráðharrin hevur sent Donald Tusk fleiri skriv. Tað fyrsta er eitt eintak av lógini, sum noyðir hann at biðja ES um at fáa freistina útsetta, og tað er hetta skrivið, sum hann skal eitast at hava noktað at undirskriva.

Tað næsta skrivið er ein frágreiðing frá bretska umboðsmanninum í ES, Sir Tim Barrow, um, at fyrsta skrivið er galdandi, sambært lógum, sum eru samtyktar av bretska tjóðartinginum.

Tað triðja er eitt bræv til ES, har Boris Johnson m.a. skrivar, at hann heldur at tað hevði verið eitt mistak at útsett freistina fyri brexit.

Upprunaliga ætlanin var, at Bretland skuldi fara úr ES 29. mars, men freistin er síðani vorðin útsett tvær ferðir, og núverandi freistin er 31. oktober – um 11 dagar.

Les eisini: Bretska undirhúsið samtykt broytingaruppskot

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder