Uttanlands

Exitpoll: Boris Johnson fær stóran meiriluta

Valstøðini stongdu í Bretlandi fyri løtu síðani, og ein exitpoll bendir á stóran meiriluta til konserativa flokkin við 368 sessum

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2019-12-12 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valstøðini í Bretlandi stongdu klokkan 22 og nú eru tey byrjaði at telja atkvøðurnar, og ikki fyrr enn einaferð tíðliga í morgin árini verður greitt hvat úrslitið verður.

Men stóra exitpoll-kanningin sum BBC, ITV og Sky News hava latið gjørt, vísir ein stóran meirluta til Boris Johnson og konservativa flokkin.

Flokkurin stendur til at fáa 368 sessir í bretska undirhúsinum, meðan Labour fær 191 sessir. Tað er heili 71 sessir færri enn valið í 2017, og heldur hetta, verður tað ringasta valið hjá Labour síðani 1935.

Í alt eru 650 sessir í undirhúsinum, og harvið krevjast 326 sessir fyri at hava meiriluta.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder