Tað at altjóða flog- og rúmdarfaraverksmiðjan Lockheed Martin hevur tikið avgerð um at flyta sítt framtíðar rúmdarvirksemi til Hetlands eru stórtíðindi í grannatjóð okkara fyri sunnan, Bretlandi, í dag.
Boris Johnson, forsætisráðharri, legði fyrr í dag eina dagføring á Twitter, har fegnast verður um avgerðina. Hetta fer at skapa fleiri hundrað nýggj størv í rúmdarídnaðinum í Skotlandi.
Hundreds of jobs in the space sector will be created in Scotland following approval of plans for @LockheedMartin to transfer its satellite launch operations to @Shetland_Space Centre.
— UK Prime Minister (@10DowningStreet) October 22, 2020
More here: https://t.co/plYTXF9xGt pic.twitter.com/sxq1SS22ch
Tað, sum Lockheed Martin hevur tikið avgerð um, er at flyta ætlanina fyri rakettina UK Pathfinder úr Sutherland norðast á skotska meginlandinum til Lamba Ness á oynni Unst longst í ein landnyðring í Hetlandi. Harvið gerast rakettætlanin Shetland Space Center ein veruleiki, samstundis sum arbeitt verður víðari við Space Hub Sutherland, framgongur í tíðindaskrivi frá bretska forsætisráðnum.
- Rúmdin hevur ein týðandi leiklut í royndini at skapa búskaparligan vøkstur, skapa størv til væl útbúgvin fólk og taka ímóti heimsumfatandi avbjóðingum, alt frá veðurlagsbroytingum til smittuspjaðing, skrivar bretska forsætismálaráðið millum annað.
Í Føroyum verður fylgt í spenningi við hvussu gongur við rúmdarætlanunum í Hetlandi. Føroya Tele er longu við í nøkrum fyrireikingum saman við hetlendingum, og ongin ivi er um, at um rúmdarvinnan mennist í okkara nærmasta grannalandi, fær hetta eisini avleiðingar í Føroyum.
Tað eru einans góðir 300 kilometrar úr Lamba Ness til nærmasta punkt í Føroyum. Til Havnar eru umleið 340 kilometrar, tað er munandi styttri enn til Aberdeen, sum er nærmasta hagar nógv tann mesta ferðslan til og úr Hetlandi gongur.
Les eisini: Eitt risafet fyri hetlendsku rúmdarstøðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald