Uttanlands

Boris Johnson fer at taka neyðugu avleiðingarnar

Dagurin í dag gerst møguliga avgerandi. Eitt missálit á bretska forsætisráðharran er á veg - millum annað tí at hann hevur havt veitslur í Downing Street, meðan strangar koronuavmarkingar hava verið, at hann síðani er ákærdur hevur sagt ósatt um tað. Ein kanning er ávegis

Spyrjitími er aftur í dag, og bretskir miðlar skriva, at missálit helst verður reist heilt skjótt (Mynd: EPA)

Spyrjitími er aftur í dag, og bretskir miðlar skriva, at missálit helst verður reist heilt skjótt (Mynd: EPA)

2022-01-19 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stór ónøgd við bretska forsætisráðharran. Bæði millum fólki, í undirhúsinum og í egnum flokki. Bretskir miðlar skrivaðu í gjár, at upp til tjúgu av limunum í konservativa flokkinum eru so ónøgdir, at teir ætla at reisa misálit á forsætisráðharran.

Brexit og koronuhandfaringin, eins og ákærur um svik, hava gjørt sítt til, men tað er serliga tað, sum er komið fram um veitslurnar í Downing Street, ið Boris Johnson hevur hildið, meðan tað hevur verið lockdown - meðan koronuavmarkingarnar hava verið sera strangar - sum hevur fingið politikkarar og onnur fólk at ressast.

Síðani er bretski forsætisráðharrin ákærdur fyri at hava logið um hetta í undirhúsinum, og nú spyrjitími er í dag, kann tað væntast, at 57-ára gamli maðurin, ið hevur verið í sessinum í tvey og eitt hálvt ár, aftur kann verða grillaður. Talan verður helst um ein dramatisktan dag.

Boris Johnson vísur aftur, at hann hevur sagt ósatt, men í samrøðu við The Guardian letur forsætisráðharrin upp fyri, at hann kann taka fullu avleiðingina við at fara úr sessinum sjálvur. Ein frágreiðing um støðuna við veitslunum er ávegis og fyriliggur helst í næstu viku

- Eg haldi, at fólk eru noydd til at bíða, og síggja niðurstøðrunar í frágreiðingini. og eg vil síðani gera tær neyðugu niðurstøðurnar og taka tær neyðgu avleiðingarnar

Nakrir politiskir viðmerkjarar meta, at um missálit verður reist, so fer Boris Johnson at fáa so nógvar atkvøður ímóti sær, at tað er nóg mikið til at fella hann. Sambært meiningini hjá bretska fólkinum, so vísur ein kanning, at heili 72 prosent eru ónøgd við forsætisráðharran.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder