Í gjár eydnaðist tað ikki bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson at fáa neyðugu undirtøkuna fyri einum nývali í undirhúsinum, men enn hevur hann ikki slept vónini, tí í dag fer hann at royna enn eina ferð.
Í gjár varð uppskot hansara um nýval vrakað fyri triðju ferð. Hóast 299 atkvøddu fyri og bert 70 atkvøddu ímóti, krevst stuðul frá í minsta lagi tveimum triðingum av teimum 650 limunum í undirhúsinum, fyri at eitt nýval kann gerast veruleiki – tað vil siga, at í minsta lagi 434 atkvøður skulu vera fyri.
Boris Johnson hevur boðað frá, at hann í dag fer at leggja fram uppskot um at hava nýval 12. desember.
Boris Johnson hevur leingi hildið fast við, at hann vildi hava bretar úr ES í seinasta lagi 31. oktober - hósdagin, men eftir at hann í farnu viku varð noyddur at biðja ES um at fáa freistina útsetta, játtaði ES í gjár at leingja freistina til 31. januar 2020.
Tað var í 2016, at ein meiriluti av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, men tað hevur verið trupult at finna semju í tinginum um, júst hvussu bretar skulu fara úr felagsskapinum. Upprunaliga freistin var 29. mars, men í gjár varð freistin útsett fyri triðju ferð.
Boris Johnson, sum í september misti meirilutan í tinginum, sigur, sambært DR, at endamálið við einum nývali er at broyta javnvágina í tinginum, so tað verður gjørligt at fáa semju um brexit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald