Uttanlands

Boris Johnson gevst sum tjóðartingslimur

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin kennir seg noyddan úr tinginum – Orsøkin er sonevnda partygate-gølan

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli 2019 til september 2022 (Mynd: EPA)

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli 2019 til september 2022 (Mynd: EPA)

2023-06-10 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson gevst sum limur í bretska tjóðartinginum alt fyri eitt. Tað skrivaðu fleiri miðlar í gjárkvøldið

Orsøkin til hetta er sonevnda partygate-gølan, sum snýr seg um veitslur, sum vórðu hildnar á bretskum stjórnarskrivstovum, tá koronutiltøk ikki loyvdu fólki at savnast.

Boris Johnson, sum hevur víst aftur at hava brotið nakrar reglur, sigur, at hann kennir seg noyddan at fara frá.

– Tað er sera keðiligt at skula fara úr tinginum – í øllum førum fyribils. Eg verði tvungin út av nøkrum fáum persónum, sum ikki hava nøkur prógv, sum stuðla teirra ákærum, sigur hann sambært Ritzau.

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli 2019 til september 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder