placeholder
Uttanlands

Boris Johnson hevur koronavirus

Eftir at bretski forsætisráðharrin hevur havt mild sjúkueyðkenni seinasta samdøgrið, er tað nú greitt, at hann er smittaður. Hann fer nú at leiða landið og stríðið móti koronavirusinum úr egna heimi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-27 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Seinasta samdøgrið havi eg fingið mild sjúkueyðkenni, og eg havi fingið staðfest koronavirus.

Hetta skrivar Boris Johnson fyri løtu síðani á Twitter.

Bretski forsætisráðharrin skrivar eisini, at hann fer framvegis at leiða mótsvarinum hjá stjórnini móti koronasvirusinum - hetta verður ígjøgnum videofundir.

55-ára gamli Boris Johnson er ikki álvarsliga raktur, men hann hevur høgan fepur.. Hann er tann fyrsti evropeiski stjórnarleiðarin, sum hevur fingið staðfest koronavirus.

Boris Johnson skrivar til endans á Twitter, at "saman skulu vit stríðast ímóti hesum"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder