Fleiri bretskir miðlar, harímillum The Guardian, skriva í morgun, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hevur játtað at leggja frá sær.
Sambært BBC ætlar Boris Johnson at koma við einari fráboðan seinni í dag.
Hann fer at leggja frá sær sum formaður í konservativa flokkinum í dag, men hann ætlar at vera sitandi sum forsætisráðharri til í heyst, tá ein nýggjur konservativur leiðari er valdur.
Boris Johnson hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar, eftir at fleiri enn 50 ráðharrar hava lagt frá sær, tí teir eru ónøgdir við handfaring hansara av fleiri gølum, sum seinastu tíðina hava rakt stjórnina.
Dagførd kl. 9.41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald