2019-10-02 08:48
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fer í dag at leggja fram uppskot til nýggja skilnaðaravtalu við ES.
Hesum boðaði skrivstovan hjá forsætisráðharranum frá í gjárkvøldið. Skrivstovan undirstrikar, at talan er um eitt endaligt tilboð, og at einasta alternativið er eingin avtala.
Væntað verður, at ein ætlan fyri brexit verður løgd fram á landsfundinum hjá konservativa flokkinum, sum endar í dag, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald