Nú eru bert fýra menn eftir í stríðnum um, hvør skal loysa Theresu May av sum formaður fyri konservativa flokkin í Onglandi, og harvið gerast næsti forsætisráðharri landsins. Og framvegis er tað eitt stríð millum Boris Johnson og so hinar.
Í gjár var triðja umfar í útveljingartilgongdini, og her var tað menningarmálaráðharrin Rory Stewart, sum fekk fægst atkvøður í loyniligu atkvøðugreiðsluni millum teir 313 tinglimirnar í flokkinum, og sostatt er úti av stríðnum.
Enn einaferð gjørdist atkvøðugreiðslan ein stórsigur fyri Boris Johnson, sum fekk 143 av atkvøðunum. Hinir tríggir, sum framvegis eru við í kappingini, eru Jeremy Hurt, sum fekk 54 atkvøður, Michael Gove 51 og Sajid Javid 38.
Boris Johnson fekk stuðul hesaferð frá Doninic Raab, sum týsdagin gjørdist taparin í øðrum valumfari og harvið reyk út úr stríðnum.
Í dag verður so greitt hvørjir teir báðir vera, sum skulu út til atkvøðugreiðslu hjá øllum limunum í flokkinum um at vera komandi forsætisráðharri.
Stóra undirtøkan fyri Boris Johnson peikar á, at nógv skal ganga galið, um hansara navn ikki verður annað á atkvøðuseðlinum.
Hvør hin verður, er framvegis ein opin spurningur.
Í dag verða tvær atkvøðugreiðslur. Teir báðir, sum so eru eftir skulu brúka komandi vikurnar til valstríð. Avgerðin fellur einaferð síðst í juli mánaði, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald